Á Bylgjulongd hósdagin 27. februar 2020

Á Bylgjulongd hósdagin 27. februar 2020

Í sendingini á Bylgjulongd í morgun tosað vit við Jórun Anfinssdóttir Magnussen.
Foreldrini hjá Jórun eru føroysk, men hon og beiggi hennara eru uppvaksin í Danmark. Jórun og maður hennara, Klaus Toke Warrer Madsen, reka eitt heim fyri gentur, ið hava tørv á umsorgan, og har búgva tey eisini til dagligt. Jórun eigur ein son, Magnus, sum er 26 ára gamal. Magnus er føddur við einari sjáldsamari sjúku, sum ger, at hann ber fjølbrek. Saman við øðrum foreldrum at børnum við breki, stovnaði Jórun ein stovn fyri fólk við breki. Hoyr samrøðuna við hesa einastandandi kvinnu, sum hevur givið sítt lív til gentur, sum hava verið fyri umsorgnarsvíki, og sum ikki tekur við tí næstbesta, tá tað kemur til umsorgan av fólki, sum hava tørv á hjálp í gerandisdegnum. Lesið meira um heimið Home á homely.nu
Seinni í sendingini er Eivinn Bringsberg við í studio og vit tosað um beinleiðis sendingarnar úr Klaksvík hósmorgnar, sum ætlanin er at hava regluliga.

Vertir: Rúna Sivertsen og Malan Olsen. Johnny Olsen og Victor Dánjalsson tóku sær av tøknini.

Hoyr samrøðuna við Jórun her:

Hoyr alla sendingina her:

Skriva viðmerking