Á Bylgjulongd týsdagin 25. feb. 2020

Á Bylgjulongd týsdagin 25. feb. 2020

7. mars verður eitt tiltak í Frelsunarherinum, sum nevnist Gospel Church Venjingarskeið. Rannvá Olsen fyriskipari greiðir frá at hesin dagurin var ætlaður fólki, sum hava hug at syngja Gospel og øll eru vælkomin. Tilmelding á FB undir “Tiltøk” her. Eisini vælkomin um tú ikki hevur sagt frá. Síðani ringja vit til Maluna Rasmussen, sum greiðir frá einum kvinnudegi, sum verður í Elim í Søldafirði leygardagin 7. mars kl 14:00-18:00. Evnið er “Brúður Kristusar”. Les meira her.  Seinast í sendingini er prát við Jancy Gaardlykke, dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum, sum greiðir frá stóra tiltakinum ” Føroyar móti Krabba” 2020, sum verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 28. mars. Tað eru Krabbameinsfelagið saman við Kringvarpinum og Norðurlandahúsinum, sum hava tikið stig til tiltakið, sum verður sent í KVF. Les meira á krabbamein.fo

Vertir: Eydna Háberg & Tór Arni Samuelsen

Hoyr prátið við Rannvu Olsen her:

Hoyr prátið við Malan Rasmussen her:

Hoyr prátið við Nancy Gaardlykke her:

Hoyr alla sendingina her:

Skriva viðmerking