Á Bylgjulongd týsdagin 18. feb. 2020

Á Bylgjulongd týsdagin 18. feb. 2020

Ellen Margrethe Gylling og systir Marisa eru í utvarpsstovuni at tosa um ein íblástrardag, sum verður leygardagin 23. febr. kl. 14.00 í Katólsku Kirkjuni. Ellen Margrethe Gylling hevur bíbliuundirvísing, og ymiskt annað er á skránni. Allar kvinnur eru vælkomnar. Íblástrardagurin er ein innleiðsla til Kvinnubønardagin, sum verður fríggjadagin 6. mars. 2020 í Frelsunarherinum í Havn kl. 19.30 og í Christianskirkjuni í Klaksvík kl. 20.00. Til seinast hoyra vit eina samrøðu við Sólrun Poulsen um Guds margfeldni og um ættarfaðirin Ábraham og hansara álit á Gud og lýdni.

Vertir: Tór Arni Samuelsen & Eydna Háberg

Hoyr prátið við Ellen Margrethe Gylling og Systir Marisu her:

Hoyr prátið við Sólrun Poulsen her:

Hoyr alla sendingina her:

Skriva viðmerking