Á Bylgjulongd týsdagin 7. jan. 2020

Á Bylgjulongd týsdagin 7. jan. 2020

Fyrsti gestur í sendingini er Ann Dahl Hansen, prestur, hon tosar um andaktirnar, sum eru í Havnar kirkju hvønn hósmorgun kl. 10-10:15. Hetta varð byrjað fyri meir enn einum ári síðani og undirtøkan hevur verið góð. Síðani er vitjan av Jógvan Jacobsen, samkomuleiðari í Hebron á Argjum. Í morgun byrjaði Vissa, sum er kristin undirvísing fyri ung í 7. flokki. Undirvísingin, sum ætlað ungum í fríkirkjum, er hvønn týsmorgun kl. 8.00 og heldur fram til endan av mars mánaða. Síðani verður práta um trúgv m.a. Hvat er trúgv og hvussu trúgvin kann vaksa. Til endan er “Orð at grunda yvir”: Fil 3:4 ” .. Men eitt geri eg: Eg gloymi tað, sum aftanfyri er, rætti meg eftir tí, sum frammanfyri er…”

Vertir: Eydna Háberg og Tór Arni Samuelsen

Hoyr prátið við Ann Dahl Hansen her:

Hoyr prátið við Jógvan Jacobsen her:

Hoyr alla sendingina her:

Skriva viðmerking