Á Bylgjulongd hósdagin 7. nov. 2019

Á Bylgjulongd hósdagin 7. nov. 2019

Fyrru løtuna hevur verturin Rógvi Joensen eina evangeliska appel og hugleiðir um at koma heim, ein longsul hjá einum og hvørjum, tí øll viltust burtur av leið, men Harrin læt falla á Hann skyldina, ið lá á okkum øllum og tann vegurin heim eitur Jesus Kristus.
Seinnu løtuna greiðir Sámal Mikkelsen, Klaksvík, frá “Didasko”, (sum merkir at læra ella vit læra), ið er eitt átak í Betesda, har undirvíst verður fyri skúlanæmingum um 14-15 ára aldur í kristni, í sámráð við fólkaskúlan, samstundis sum skúlanæmingar í sama aldri, fyrireika seg til konfirmatión/ferming. Vit hoyra hvat tey gera og hvat er á skánni o.s.fr.v.

Lurta eftir sendingini her

Vertir: Rógvi Joensen. Teknikari: Jógvan Dam Hansen

Skriva viðmerking