Monthly Archives: november 2019

Á Bylgjulongd hósdagin 14. nov. 2019

Á Bylgjulongd hósdagin 14. nov. 2019

Gestur er Óli Steinberg, Klaksvík, ið mong ár hevur verið trúboðari í Grønlandi. Hann greiðir frá ymiskum í lívinum – og um trúboðanarferðina farna summar/2019 við trúboðanarskipinum JUVEL II. Óli sigur m.a. at tíðin hjá sær, ikki at hava ytstu menniskjaligu ábyrgdina av hesum arbeiði longur, er komin, men at hann fer at taka lut og stuðla undir hesum arbeiði framhaldandi.

Vertir: Eivinn Bringsberg. Teknikari: Jógvan Dam Hansen

Hoyr boðskapin, Eivinn Bringsberg bar fram her:

Hoyr prátið við Óla Steinberg her:

Hoyr alla sendingina her:

Juvel II – her í Grønlandi
Á Bylgjulongd mikudagin 13. nov. 2019

Á Bylgjulongd mikudagin 13. nov. 2019

–Dánial lesur ymisk brot, m.a. Mark. 10, 17 og Áp. 10, 42-44 og hugleiðir um tann lívsbroytandi boðskapin, um syndana fyrigeving – har øll syndin goldin er – í Kristusi. –Poul Færø heldur fram í sama spori, um náði Guds, sum er opinberað øllum menniskjum til frelsu …., (Titus 2, 11-12), tvinna saman við tað… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 7. nov. 2019

Á Bylgjulongd hósdagin 7. nov. 2019

Fyrru løtuna hevur verturin Rógvi Joensen eina evangeliska appel og hugleiðir um at koma heim, ein longsul hjá einum og hvørjum, tí øll viltust burtur av leið, men Harrin læt falla á Hann skyldina, ið lá á okkum øllum og tann vegurin heim eitur Jesus Kristus. Seinnu løtuna greiðir Sámal Mikkelsen, Klaksvík, frá “Didasko”, (sum… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 6. nov. 2019

Á Bylgjulongd mikudagin 6. nov. 2019

–Dánial hugleiðir um at vera í Kristusi – um tað vit eiga og eru í Harranum – og lesur 2. Kor. 4, 18; Heb. 11, 3; Efs. 1, 15-23 og Heb. 2, 9-18. –Poul Færø heldur fram, um at vera hin rættvísi Guds í Kristusi og um Sáru og Ábraham sum dømi uppá trúarlýdni. Tosar… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 1. nov. 2019

Á Bylgjulongd fríggjadagin 1. nov. 2019

Vit hava vitjan av missiónfelagskapinum Elam Ministries. Vit hava prát við Margrethu Poulsen, Kenneth Kuhn og Dorothee Marsch. Vertur: Tór Arni Samuelsen Hoyr alla sendingina her: http://ftp.lindin.fo/FTP%20arkiv/A%20Bylgjulongd/ms191101_ElamMinistries-MargrethaPoulsen-KennethKuhn-DorotheeMarsch.mp3 Les meira