Stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini 25.-27. okt. 2019

Stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini 25.-27. okt. 2019

Stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verða í ár í Ítróttarhøllini í Havn. Tað verður í døgunum frá 25. til 27. oktober, og har verða tiltøk fyri bæði børn og vaksin. Evnið í ár er: “Steðga á”. Møtini verða frá fríggjakvøld til sunnukvøld. Talarar verða m.a. Torleif Johannesen, Símun P. Jacobsen, Kristian Martin Petersen, Ovi Brim og Alfred Petersen. Les meira á www.mission.fo. Lindin sendir beinleiðis frá møtunum.

Skriva viðmerking