Á Bylgjulongd týsdagin 8. Okt. 2019

Á Bylgjulongd týsdagin 8. Okt. 2019

Fyrsta evni í dag er jólaferðin til Ísrael 18.-29. des. 2019. Í útvarpsstovuni er Svenning av Lofti og Róland í Skorini, sum saman við konuni Elsu, verða ferðaleiðarar á túrinum. Les meira um túrin www.lofti.fo. Síðani ringja vit til Andrias Magnussen, aðalskrivara, sum greiðir frá Stórmøtunum, sum Kirkjuliga Heimamissiónin skipar fyri í høllini á Hálsi vikuskifti 25.-27. oktober. Yvirskriftin yvir møtini er “Steðga á”. Skráin kann lesast á Trúboðanum www.trubodin.fo. Seinasta evnið er “Altjóða sálarheilsudagurin 10. okt.” í Østrøm. Vit tosað við Lauru Apol, aðalskrivara í Sinnisbata um hendan áhugaverda dagin, sum er skipaður sum ein fólkafundur við nógvum framløgum, og nógvir ymiskir básar eru at vitja. Dagurin er frá kl. 14-19. Skráin sæst á www.sinnisbati.fo hjá Sinnisbata.

Vertir: Eydna Háberg og Tór Arni Samuelsen

Hoyr prátið við Róland í Skorini og Svenning av Lofti her:

Hoyr prátið við Andreas Magnussen her:

Hoyr prátið við Laura Apol her:

Hoyr alla sendingina her:

Skriva viðmerking