Á Bylgjulongd hósdagin 3. okt. 2019

Fyrst í sendingini er vitjan av Kristin Gerðalíð, sum arbeiður hjá Agape Europe. Hon fortaldi eitt sindur um hvat hon er og hvat fyri eitt arbeiði hon gerð í Akureyri, har hon er við til at upp arbeiða Agape Europe. Møguleiki er at stuðla Kristín Gerðalíð á konto í Bank Nordik 6460 585.673.8 – Tilber at senda Kristín ein teldupost á kristin_g88@hotmail.com. Heimasíðan hjá Agape Europe er www.agapeeurope.org
Síðani eru Marjun Lómaklett og Erik Biskopstø á vitjan. Marjun fortelur hvar hon kemur frá, um sítt prestastarv og hvat hon hevur uppliva við familjuni runt um í heiminum. Eisini skipar Marjun fyri einum Ísraelstúri tann 4.-11. nov. 2019, har tey vitja øll tey kendu støðini. Til ber at melda seg til hjá Marjun á tlf 23 73 45. Erik Biskopstø tosar síðani eitt sindur um kvøldskúlan í Klaksvík og um eitt nýtt kvøldskúlaskeið um kirkjusøgu og hvussu hann fekk Marjun at bjóða undirvísing í kirkjusøgu. Klaksvíkar Kvøldskúlin hevur heimasíðuna www.kks.fo

Vertir: Maria Mørkøre & Malan K. Olsen – Teknikari: Johnny Olsen

Hoyr prátið við Kristin Gerdalíð her:

Hoyr prátið við Marjun Lomaklett og Eriks Biskopstøð her:

Hoyr alla sendingina her:

Skriva viðmerking