Á Bylgjulongd týsdagin 24. Sept. 2019

Á Bylgjulongd týsdagin 24. Sept. 2019

Hesa vikuna er Logos Hope vika og vit prátað við Anitu Gregersen, sum hevur verið við Logos Hope í 3 mánaðar. Hon greiðir frá fjølbroytta lívinum umborð á skipinum. Les meira hvussu ein kann stuðla Logos Hope á www.om.fo. Lissi Hansen, sum er í nevndini fyri Christmas Child í Føroyum, greiðir síðani frá ymiskum í samband við Christmas Child skógvaeskjum, hvat kann fara í eskjuna, hvussu tær verða innsavnaðar og mangt annað. Skógvaeskjurnar úr Føroyum eru í nógv ár eru farnar til Rumenia, men í ár verða tær sendar til Moldova. Seinast í sendingini ringja vit til Jóhannu í Ytsthúsi, sum hevur verið í Moldova 7 ferðir í samband við hjálpararbeiði, sum hon og maðurin skipa fyri. Hon greiðir frá hvussu fátæksligt tað er. Einki arbeiði uttanfyri stórbýirnar, so foreldur noyðast at fara til onnur lond at arbeiða. So nógv børn vaksa upp uttan foreldur í fleiri ár. So at fáa eina jólagávu verður ein uppliving tey ongantíð gloyma.

Vertir: Eydna Háberg og Tór Arni Samuelsen

Hoyr prátið við Anitu Gregersen her:

Hoyr prátið við Lissi Hansen her:

Hoyr prátið við Johanna Ytsthusid her:

Hoyr alla sendingina her:

Skriva viðmerking