Malin Zachariassen við nýggjari tónleika útgávu

Malin Zachariassen við nýggjari tónleika útgávu

“Fyri meg er Gud undranarverdur. Tað er hetta , ið eg fegin vil vísa á gjøgnum sangirnar á nýggju
útgávuni sigur Malin Zachariassen.
Fríggjadagin 2. aug. kemur triðja tónleikaútgávan hjá Malin út. Útgávan ber heiti: Undranarverdur. Her lýsir hon við egnum orðum og løgum júst undran sína á alt tað góða ið Gud gevur okkum menniskj um. Á útgávuni eru 14 sangir , sum eru framleiddir í Føroyum, Danmark og í Svøríki. Nógvir góðir tónleikarar og sangarar eru við á útgávuni, millum annað føroyski maður hennara, Jan Zachariassen, sum spælir bass og gittar á øllum sangunum.
Tekstirnir á útgávuni eru upprunaliga skrivaðir á svenskum, men eru síðani væl týddir til føroyskt av Onnu D. Háberg.
Í samband við útgávuna, verður konsert í Østrøm fríggjakvøldið 2. aug, kl. 20.00, har møguleiki verður at ogna sær fløguna. Nevnast kann eisini, at Malin syngur til gudstænastuna í Viðareiðis kirkju sunnudagin 4. aug. kl. 11.00

SVÍKUR ONGANTÍÐ
Sum nevnt, er hetta trið ja ú tgávan hjá Malin. Tann fyrsta útgávan “Drekk av vatninum” kom út fyri 20 árum síðani, og tann næsta “Eg vil fylgja” í 2003.
Sangirnir í undanfarnu útgávunum, eru væl kendir og nógv sungnir á mø tum her á landi. Á hesi útgávuni leggur Malin dent á at umrøða Gud sum náðifullan: “Hann er skaparin av øllum tí, sum finst. Hann er tann, sum gevur døgum mínum lív. Gud er eisini andadráttur mín , og tann, sum ongantíð svíkur . Alt hetta havi eg sjálv roynt, og tí vil eg fegin syngja um hetta, so onnur kunnu síggja og uppliva tað sama ”, greiðir Malin
Og hon legg ur aftrat: Tað øvuta av at vera undranarverdur, er at vera vanligur. Soleiðis er sambandið við Gud í mongum førum ígjøgnum lívið. Tað er varandi og kennist trygt, og samstundis undranarvert, av tí at Gud ikki heilt kann forklárast og er ikki púra vanligur. Framhaldandi finst ein longsul eftir meining, harmoni og at fáa svar uppá spurningar.

MÍTT LÍVSGRUNDARLAG
Malin er sannførd um at øll menniskju hava ein longsul eftir at “koma heim”. Hetta finnur hon av royndum í trúnni, har hon eigur eina æviga vón í Jesusi. Tað er mítt lívsgrundarlag. Men at fáa svar uppá spurningarnar tekur ofta langa tíð. Sambandið krevur arbeiði. Tað tekur eitt heilt lív. Fyri meg er tað tað vert. Eg eri so takksom fyri tað gáv umildni, sum eg møti hjá Gudi. Ein kærleiki, sum lurtar, fevnir, lýsir upp og sum ikki dømir órættvíst. Mær leingist eftir at eisini liva soleiðis, sigur Malin Og hon leggur at enda aftrat: Hetta er orsøkin til at eg haldi á at syngja og seta mína vón á tann, sum hevur mátt at leiða og mátt at grøða; Hann sum er kærleikin og størstur av øllum. At koma
nær Honum, tað er ein undranarverdur framí hjárættur Vælkomin á konsert í Østrøm, fríggjakvøldið 2. aug. kl. 20.00
Samband: Malinzach@hotmail.com / www.malinzachariassen.com

Fløgan kann keypast í fylgjandi handlum: Norðoyggjar:
Kiosk 700, Klaksvík
Elding, Klaksvík
Alfa Bókhandil, Klaksvík
Eysturoy
Navia, Toftir
Kiosk Vár, Saltangará
Effo, Leirvík
Effo, Strendur
Magn, við Streymin
Streymoy
Tutl, Tórshavn
Elding, Tórshavn
Logos Bókhandil, Tórshavn
Vágoy
FK, Miðvágur
Sandoy
Magn, Sandur
Á, Skopun
Suðuroy
Bærendsen teknik, Tvøroyri
Tangabúðin. Tvøroyri
Suðuroyar Heimavirkið, Vági

Skriva viðmerking