Monthly Archives: juni 2019

Á Bylgjulongd týsdagin 4. juni 2019

Á Bylgjulongd týsdagin 4. juni 2019

“Heilsuhornið” er fyrst á skránni. Evnið er: Hjúnabandið og familjan. Margret Mortensen, psykoterapeutur, greiðir m.a. frá, hvat tað er, sum eyðmerkir góða hjúnalagið.

Síðani hava vit vitjan av Svenningi av Lofti, sum greiðir frá einum tiltaki, sum verður í Ebenezer mentanarnáttina 7. juni, har greitt verður frá søguni hjá Friðriki Friðriksson og William Sloan. Har verður eisini kórsangur á skránni.

Seinast í sendingini verður tosað við Sámal Hanna Lognberg um Hvítusunnustevnuna, sum samkoman Vón í Skopun skipar fyri.

Vertir: Eydna Háberg og Tór Arni Samuelsen

Hoyr prátið við Margret Mortensen her:

Hoyr prátið við Svenning av Lofti her:

Hoyr prátið við Sámal Hanna Lognberg her:

Hoyr alla sendingina her:

Á Bylgjulongd mánadagin 20. mai 2019

Á Bylgjulongd mánadagin 20. mai 2019

Fyrst hoyra vit Poul Jóhan Djurhuus greiða frá eini Bíbliu og tónleika ferð við Norrønu 18.-21. aug. 2019. Les meira á www.smyrilline.fo Síðani hoyra vit um “Kvinnur við vón” bønarkalendaran fyri mai mánað. Til seinast er vitjan av Kristinu Bærentsen og Sveninn Runar Sigurdsson, har vit hoyra um ein nýggjan sang sum eitur “Papa” Vertur:… Les meira

Lindin sendir hesi møtir á Hvítusunnu

Fríggjadagur 7. juni kl.20.00: Møti beinleiðis frá Libanon í Sørvági – Tom Jacobsen talar Leygardagur 8. juni kl.19.00: Møti beinleiðis frá Samfelagsstevnuni í Badmintonhøllini í Klaksvík 1. Hvítusunnudagur 9. juni kl.15.00: Møti beinleiðis frá Samfelagsstevnuni í Badmintonhøllini í Klaksvík kl.17.00: Møti beinleiðis frá Libanon í Sørvági – Tom Jacobsen talar kl.19.00: Møti beinleiðis frá Samfelagsstevnuni… Les meira