Monthly Archives: mai 2019

Nýggj fløga og útgávukonsertir.

Nýggj fløga og útgávukonsertir.

25. mai kemur út nýggja fløga við Eyðun Jacobsen. Heiti á fløguni er “Lívsins løtur”. 18 sangir eru á fløguni, har Eyðun sjálvur hevur skriva orð og lag til 8 av teimum. Tónleikurin er innspældur, gjøgnum seinastu 4 – 5 árini, í Crossroads Studio í Arden NC, av sera dugnaligum tónleikarum undir leiðslu av Jeff Collins og nærum allar røddirnar eru sungnar inn í studionum hjá Erik Biskupstø í Klaksvík.
Eyðun Jacobsen, hevur fingist við tónleik síðani barnaárini, bæði í Føroyum og uttanlanda. Fyrsta útgávan, hann var við á, kom í 1973. Tað var Betesda Duettin, Jógvan Mortensen og Eyðun Jacobsen, sum góvu út EP plátuna, Úr Himli til jarðar. Hann spældi fast guittar við Kvartettini í Betesda. Hann var við í Miðnáttarsangbólkinum í Runavík, Elim Kvintettini í Søldarfirði og Exodus í Runavík.
Hann búði frá 1983, 17 ár saman við familjuni í Danmark. Har fekst hann nógv við sang og tónleik, bæði sum einstaklingur og í bólkum. 4 útgávur komu meðan hann búði í Danmark, 3 á donskum og ein á føroyskum.
Síðani hann flutti heimaftur í 2000, hevur hann verið sera virkin við sangi og tónleiki, hann hevur givið ut 2 fløgur sum einstaklingur, 2 fløgur saman við døtrunum. Eisini hevur hann luttikið og samskipa fleiri útgávur, m.a. hjá Kelduni, Svein í Prestgarði, Kvartettin í Betesda, Ólavur á Váli Olsen, Oasubrøður.
Eisini samskipaði hann fløguna Tú Leitar, sum bleiv givin ókeypis í 10.000 eintøkum. Hann hevur eisini skipa fyri fleiri sang og tónleika tiltøkum gjøgnum árini.
Í samband við nýggju útgávuna, vera útgávukonsertir leygarkvøldi 25. mai kl 20.00 í Frelsunnarherinum í Havn og sunnukvøldið 26 mai kl 20.00 í Kelduni í Skálafirði. Eisini luttekur Magni Christiansen. Tað er ókeypis atgongd.
Sunnumorgunin 26. mai kl. 11.00, luttekur Eyðun, saman við tónleikarum, á møtinum í Lívdini í Hoyvík.

Nýggi Sáttmálin endurskoðast!

Nýggi Sáttmálin endurskoðast!

31. oktober 2017 – sjálvan 500 ára dagin fyri trúbótina – fingu føroyingar fyri fyrstu ferð eitt Nýggja Testamenti á gerandismáli. Slóðbrótandi útgávan, var serliga ætlað ungum og teimum, ið ikki kenna bíbliuna væl, men nógv onnur hava eisini havt stóra gleði av hesi útgávu. Nú gott hálvtannað ár seinni, eru undir 500 eintøk eftir… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 10. mai 2019

Á Bylgjulongd fríggjadagin 10. mai 2019

Fyrst er samrøða við Heina Lützen‚ Jan Zachariassen og Fríðálv Jensen um bólkin Samsint. Tað eru 30 ár, síðani bólkurin gav út sína fløgu og band. Jubileumskonsert verður á Summarfestivalinum í ár. Síðani er samrøða við Petur Jákup (Dakko) Petersen‚ Alisu Hammer og Lív Justinussen um landsinnsavnan hjá Bláa Krossi leygardagin 11. mei 2019. Høvi… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 7. mai 2019

Á Bylgjulongd týsdagin 7. mai 2019

Fyrst tosa vit Kristinu Foldbo, sum verður annar av leiðarunum hjá TIM toyminum, sum fer til Moldova í summar. Seinasta freist at melda seg til luttøku er fríggjadagin 10. mai. Les meira á www.om.fo. Síðani hoyra vit eitt prát við Tórgerð og Rúnu, sum vóru við toyminum í Moldova í juli 2017, um tær upplivingar,… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 30. apríl 2019

Á Bylgjulongd týsdagin 30. apríl 2019

Í sambandi við yvirgangsálopið á Sri Lanka páskamorgun skipar Meinigheitshúsið á Skála fyri peningainnsavnan til neyðhjálp. Vit ringja til Carsten Fonsdal Mikkelsen, sum stendur fyri innsavningini. Til ber at flyta pening inn á kontu 6460-178.176.8 í Bank Nordik, viðmerk: “Sri Lanka”. Innsavnanin fer fram inntil 14. mai. 2019. Síðani er Tordur Niclasen gestur. Hann greiðir… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 23. apríl 2019

Á Bylgjulongd týsdagin 23. apríl 2019

Í dag eru Uni Næs, dómpróvstur, og Eyðun Zachariasen, samkomuleiðari í Oasuni, í útvarpsstovuni at kunna um felagskirkjuligu gudstænastuna, sum verður í kvøld í Filadelfia kl. 19:30. Felagskirkjuliga gudstænastan verður hildin árliga triðja páskadag. Aftaná tað vóru Lillian Sjúrðadóttir og Helena Bjellvåg og tosaðu um eina stevnu, sum verður 26. og 27. apríl. Heitið er… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 16. apríl

Á Bylgjulongd týsdagin 16. apríl

Fyrst hoyrdu vit Búgva Olsen, hjálparpastor í Kelduni, greiða frá gestunum, sum skulu tala á páskastevnni. Stevnan ber heitið “Livandi Vón”. Síðani prátaðu vit við Marjuna og Páll Poulsen, trúboðarar í Suðurgrønlandi. Tey greiddu m.a. frá barnalegunum, sum tey skipa fyri hvørt summar. Vit hoyrdu um, hvussu leguhúsini vórðu bygd og um alla ta hjálp,… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 27. november 2018

Á Bylgjulongd týsdagin 27. november 2018

Vit byrja sendingina við práti við Ingu og Hera Simonsen um nøkur áhugaverd filmsbrot, sum Heri Hevur lagt út á Youtube. Tað eru feðgarnir James og Alf Cordiner úr Skotlandi, sum hava gjørt hesar upptøkurnar í 50’unum. Upptøkurnar eru gjørdar á ymiskum støðum í Føroyum, men eisini eru upptøkur av sankórinum í Ebenezer, sum vitjaði… Les meira