Á Bylgjulongd hósdagin 21. mars 2019

Á Bylgjulongd hósdagin 21. mars 2019

Fyrru løtuna tosa vit við Sigrun Heldarskarð, ið er sjúkrarøktarfrøðingur og psykoterapeut. Vit hoyra m.a. um ein “sorgardag”, ið verður leygardagin 30. mars 2019, har endamálið er, at fólk, ið kenna til sorg og sakn, kunnu koma saman og fáa undirvísing um sorg og kenslur, sum náttúrliga standast av missi. Meira fæst at vita her, antin við at ringja til Sigrun tlf. 265432 ella Margret tlf. 223456 ella at skriva á facebook vanga teirra. Seinnu løtuna hoyra vit Hildu Viderø, m.a. fortelja um bindihugna kvøldið, ið verður 25. mars 2019, kl. 19:30 og um arbeiði millum kvinnur og børn í Afrika. Hilda fer týsdagin 26. mars til Liberia, har tey nú fáa reint vatn úr nýggjum vatn brunni. Eisini hoyra vit um arbeiði hjá felagsskapinum Mirjam, ið er íverksetan fyri kvinnur í Afrika.

Lurta eftir Sigrun Heldarskarð her

Lurta eftir Hildu Viderø her

Lurta eftir sendingini her

Vertir: Maria Mørkøre. Teknikari: Jógvan Dam Hansen og Chanet Marjunardóttir Dam

Skriva viðmerking