Á Bylgjulongd hósdagin 14. feb. 2019

Á Bylgjulongd hósdagin 14. feb. 2019

Fyrri gesturin er Hallgerð Akurstein, frá samkomuni Soli Deo Gloria í Klaksvík. Samkoman flutti í nýggj høli, á Klaksvíksvegi 56, á sumri í 2018. Vit hoyra um hølisumstøður og andaliga innihaldið í nýggja umhvørvinum – og ein boðskap: Nýggj byrjan. Seinni gesturin er Anbu Rajamani úr (suður) India. Vit hoyra um uppvøkstur og vitnisburð. Eisini um teirra verkætlanir, ið eru eitt barnaheim “Grace home”, kirkja og skúli. Hoyr eisini um eitt land, har hinduisman hevur fastatøkur og har summi fáa framíhjárættindi og onnur nærum ongar møguleikar hava. Fleiri upplýsingar á heimasíðu: gracehomeministry.org og á facebook: Grace Home barnaheimið í India (hetta er afturlatin bólkur, men søk limaskap)

Lurta eftir Hallgerð Akurstein her

Lurta eftir Anbu Rajamani her

Lurta eftir sendingini her

Vertir: Kristian á Lakjuni. Teknikari: Albin Johannesen


Anbu Rajamani

Skriva viðmerking