Á Bylgjulongd týsdagin 12. februar 2019

Á Bylgjulongd týsdagin 12. februar 2019

Fyrsti gestur er Eyðgerð Nattestad úr Vágunum. Hon hevur búð í Redding í Kalifornia í 8 ár. Hon tosar um síni ungdómsár, tá ið hon var nógvar styttri missiónstúrar, og um árini á bíbliuskúla í Bethel og um samkomuna har.
Seinni høvdu vit vitjan av Hjørdis Háberg og Dánjali Petersen, sum hava verið ein stuttan túr í Kenya, har tey vóru, tá ið eldur kom í dreingjaheimið hjá felagsskapinum NLAI (New Life Africa International), sum fór illa. Tey hava stovnað eina kontu, har til ber at stuðla endurbyggingini av heiminum. Stuðulskontan í Bank Nordik er 6460-594.019.4. Meir fæst at vita á Facebook-síðuni hjá City Church.

Lurta eftir prátinum við Eyðgerð Nattestad her:

Lurta eftir prátinum við Hjørdis Háberg og Dánial Petersen her:

Lurta eftir allari sendingini her:

Vertir: Eydna Háberg og Tór Arni Samuelsen

Skriva viðmerking