Á Bylgjulongd týsdagin 5. februar 2019

Á Bylgjulongd týsdagin 5. februar 2019

Inge Lise Lollike og systir Marisa eru í utvarpsstovuni at tosa um ein íblástrardag, sum verður leygardagin 5. febr. kl. 14.00 í Katólsku Kirkjuni. Inge Lise Lollike hevur bíbliuundirvísing, og ymiskt annað er á skránni. Allar kvinnur eru vælkomnar. Íblástrardagurin er ein innleiðsla til Kvinnubønardagin, sum verður fríggjadagin 1. mars. 2019 í Meinigheitshúsinum í Havn og í Soli deo Gloria í Klaksvík.
Gestur seinni í sendingini er Heri Tróndheim, sum hevur valt sær nakrar sangir og greiðir frá teirra uppruna, hvør hevði yrkt og íblásturin til teir.

Lurta eftir prátinum við Inger Lise Lollike og systir Marisu her:

Lurta eftir prátinum við Hera Tróndheim her:

Lurta eftir allari sendingini her:

Vertir: Eydna Háberg og Tór Arni Samuelsen

Skriva viðmerking