Lindin 19 ára føðingardagur

Lindin 19 ára føðingardagur

Leygardagin 2. feb. frá kl. 14.00-23.30 heldur Lindin 19 ára føðingardag. Sent verður beinleiðis úr Havn og úr Fríkirkjuni við Gjónna í Miðvági. Høvið verður at lata eina føðingardagsgávu, og lutakast verður ímillum nýggjar og verðandi stuðlar og tey sum lata eina føðingardagsgávu.
Lindin byrjaði tann 21. januar í 2000 at senda gleðiboðskapin um Jesus Kristus til fólk í Føroyum. Við 14 sendarum røkkur Lindin í dag umleið 92 % av landinum. Sent verður allar vikudagar, alt samdøgrið. Frá fyrsta sendidegi hava trúgvir stuðlar og afturvendandi stuðulsdagar fíggjað allan raksturin av Lindini. Stuðulin er árliga áleið 1,6 mill. Umleið 50 fólk, flestu teirra sjálvboðin, eru onkusvegna virkin í Lindini. Alt hetta ber til, tí so nógv standa saman um Lindina.

Stóri stuðulsdagurin nú leygardagin 2. februar byrjar kl. 14.00, har sent verður beinleiðis úr Fríkirkjuni við Gjónna í Miðvági og útvarpstovuni í Havn og hildið verður á, líka til høvuðsvinningurin, verður drigin kl. 23.30. Eins og undanfarin ár verða útvarpsprát við gestir og tónleikainnsløg og millum kl. 15 og 19 verður sent frá Miðvági.
Seinni út á kvøldið verður sent úr Havn. Øll eru hjartaliga vælkomin í føðingardag hjá Lindini í Havn, Bøkjarabrekka 9, ella í Fríkirkjuna við Gjónna í Miðvági har vit bjóða ein drekkamunn og lagkøku. Vinningar verða lutaðir út gjøgnum dagin til tey, ið stuðla Lindini fast ella geva eina gávu.
Lagt verður upp til ein stuðulsdag við serligum dámi.

Høvi verður hjá lurtarum at tekna seg sum stuðul hjá Lindini, hækka stuðulin ella lata eina gávu. Tað kann gerast á heimasíðuni www.lindin.fo ella við at ringja til Lindina sama dag, har fólk verður at taka telefonina. Tlf. 321377 og SMS 521377.

Vit ið varða av Lindini ynskja við hesum stuðulsdegnum at takka fyri ómetaligan og afturvendandi trúfastan stuðul gjøgnum árini og heita á teg, saman við okkum, at vera við á ferðini víðari. Eisini fara vit at nýta høvi til at bjóða nýggjum stuðlum at vera vælkomnum við. Latið okkum øll, saman, vera um tað at stuðla Lindini. Ja, latið okkum saman, framhaldandi, vera um tað at røkka út við evangeliinum, boðskapinum um Jesus Kristus.

Skriva viðmerking