Á Bylgjulongd hósdagin 17. jan. 2019

Á Bylgjulongd hósdagin 17. jan. 2019

Sum 28 ára gamal seldi hann tað tey áttu, fyri at fara í fulltíðar tænastu fyri Harran. Fortelur m.a. um ein túr, saman við 12 ára gamla soninum, við kenda bátinum “Beintu”. Túrurin var frá Nuuk til Paamiut, ið tók 15-16 tímar at sigla, har hann á hálvari leið endaði uttanborða; men á ein hátt, ið menniskjaliga ikki átti at borið til, kom inní bátin aftur. Hoyr eisini um fyrsta missiónstúrin, har hann sjálvur annar á Narsarsuaq-leiðini, hevði óhunaligan dreym, ið var um at taka mótið burtur. Hoyr um hetta og aðrar hendingar, ið Óli Steinberg hevur uppliva saman við Harranum.
Lurta eftir sendingini her

Vertir: Eivinn Bringsberg. Teknikari: Albin Johannesen

Skriva viðmerking