Á Bylgjulongd mikudagin 9. jan. 2019

Á Bylgjulongd mikudagin 9. jan. 2019

-Dánial lesur Luk. 12, 13-32 og hugleiðir um at hvíla og ikki at stúra. Lívið hjá ongum stendur í tí, sum hann eigur; men at søkja ríki Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt! – Tvinna saman við Sálma 23, um HARRAN, ið er hirði okkara; tá fattast okkum einki.
-Poul Færø tosar um Jesus, ið er hin góði hirðin í Jóh. 10, 14-15 við denti á at kenna: “…. Eg kenni Míni og eri kendur av Mínum, eins og Faðirin kennir Meg, og Eg kenni Faðirin; ….” Um at kenna Hann og at vera kendur av Honum, eins og Faðirin kennir Jesus og Jesus kennir Faðirin. Tosar um hetta sum einleikan og hvíluna í Kristusi; lýst ígjøgnum samfelagi við hvønn annan í gerandisdegnum.
Lurta eftir sendingini her

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen

Skriva viðmerking