Monthly Archives: januar 2019

Á Bylgjulongd hósdagin 31. jan. 2019

Á Bylgjulongd hósdagin 31. jan. 2019

Vit hoyra Sámal Mikkelsen, Klaksvík, tosa um hvussu vit kunnu vera í Jesusi og hvat tað merkir at vera í Honum. Lýsir hetta í eini tilgongd, har Gud verður menniskja í Jesusi og Hann við Heilaga Andanum, verður ein integreraður partur av okkara lívi í øllum, sum vit gera.
Lurta eftir sendingini her

Vertir: Kristian á Lakjuni. Teknikari: Albin Johannesen


Sýnið úr Lindini í Klaksvík, 31. jan. 2019

Á Bylgjulongd mikudagin 30. jan. 2019 – (endursending frá 23. feb. 2011)

Á Bylgjulongd mikudagin 30. jan. 2019 – (endursending frá 23. feb. 2011)

-Dánial lesur úr brævið Paulusar til Titus og hugleiðir um kontrastinar í hugalagi Paulusar, áðrenn og aftaná opinbering hansara, á vegnum til Damaskus. Uppmuntrar Titus, at áminna tey við kærleika og góðsku Guds, ið livdu í ólýdni. -Poul Færø tosar um støðu okkara í Kristusi og at síggja okkum í Honum, so Hann fær okkum… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 29. januar 2019

Á Bylgjulongd týsdagin 29. januar 2019

Byrjað verður við táttinum “Hvønn týdning hevur Bíblian fyri teg?” Gestur: Hanna Absalonsen. Seinni práta vit við Frants Jensen um eitt bíbliuskeið, sum Ísraelsmissiónin skipar fyri í Ísrael komandi summar, um mánaðarskiftið  juni/juli. Tekningarfreist: 15. februar. Tekning hjá Frants Jensen, tlf. 793002, ella Jóhan Henriksen, tlf. 457795. Hoyr prátið við Honnu Absalonsen her: http://ftp.lindin.fo/FTP%20arkiv/A%20Bylgjulongd/ms190129_HannaAbsalonsen-Biblian.mp3 Hoyr prátið… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 28. januar 2019

Á Bylgjulongd mánadagin 28. januar 2019

Í sambandi við altjóða Holocaust-dagin 27. januar er Rólant í Skorini í útvarpsstovuni. Eftir tað greiðir Kristian Martin Petersen, formaður í missiónshúsinum í Fuglafirði, frá missiónsvikuni, sum er hesa vikuna. Lurta eftir prátinum við Rólant í Skorini her: http://ftp.lindin.fo/FTP%20arkiv/A%20Bylgjulongd/ms190128_RolantSkorini-Holocaust-Fra-20150130.mp3 Lurta eftir prátinum við Kristian Martin Petersen her: http://ftp.lindin.fo/FTP%20arkiv/A%20Bylgjulongd/ms190128_KristianMartinPetersen-MissionsvikaThaborFuglafirdi.mp3 Lurta eftir allari sendingini her: http://ftp.lindin.fo/FTP%20arkiv/A%20Bylgjulongd/ms190128_RolantSkorini-Holocaust-Fra-20150130_KristianMartinPetersen-MissionsvikaThaborFuglafirdi.mp3 Les meira

Lindin 19 ára føðingardagur

Lindin 19 ára føðingardagur

Leygardagin 2. feb. frá kl. 14.00-23.30 heldur Lindin 19 ára føðingardag. Sent verður beinleiðis úr Havn og úr Fríkirkjuni við Gjónna í Miðvági. Høvið verður at lata eina føðingardagsgávu, og lutakast verður ímillum nýggjar og verðandi stuðlar og tey sum lata eina føðingardagsgávu. Lindin byrjaði tann 21. januar í 2000 at senda gleðiboðskapin um Jesus… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 25. januar 2019

Á Bylgjulongd fríggjadagin 25. januar 2019

Fyrst er prát við Dánjal Poulsen um Holocaust minningardagin, sum verður sunnudagin 27. januar.  Vinafelagið Føroyar-Ísrael skipar fyri minningarhaldi tann dagin. ST hevur lýst 27. januar sum altjóða minningardag um Holocaust og fólkadráp yvirhøvur. Síðani vitjar Magni Christiansen í útvarpsstovuni, har vit hoyra hann syngja nakrar sangir og hoyra um nýggju fløguna, sum kemur út… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 24. jan. 2019

Á Bylgjulongd hósdagin 24. jan. 2019

Beinta Vang er í útvarpsstovuni, har vit hoyra um Jesus og evangeliið í Gamla Testamenti, avmynda við profetium og myndatalu úr gamla sáttmálanum. Síðani er Arne Zachariassen i telefoini, har vit hoyra um samkomudagin í Filadelfia í Gøtu, sum verður leygardagin 26. jan. 2019, har evnið er “Samkoman í bøn”. Vit hoyra um skánna o.a.… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 23. jan. 2019

Á Bylgjulongd mikudagin 23. jan. 2019

-Dánial hugleiðir um at leita og at verða funnin. Lesur líknilsini í Luk. kap. 15, um mista seyðin; mista peningin og vilsta sonin (og/ella miskunnsama faðirin). Tvinna saman við Saul úr Tarsus, ið ikki leitaði, men varð funnin. -Poul Færø tosar um: “Ikki vanahugsanir, men stýrdar hugsanir”. Um munin á vanahugsan í dagligum lívi, mótsatt… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 22. januar 2019

Á Bylgjulongd týsdagin 22. januar 2019

Sendingin snýr seg í stóran mun um uppaling av okkara børnum í eini tíð við kristnari mannaáskoðan og virðum. Fyrst tosa vit við Jastrid Høj, skúlaleiðara í Frítíðarskúlanum í Kelduni. Hon greiðir stutt frá søgu skúlans og teirra hugsjón. Seinni verður prátað við Daniu Tausen um ungdómsmøtirøðina Change, sum verður í Nebo á Toftum frá 24.… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 21. januar 2019

Á Bylgjulongd mánadagin 21. januar 2019

At byrja við í sendingini hoyra vit samrøðu við Kurt Christensen, prest. Kurt tosar um tað at leingjast – at leingjast eftir Harran Jesusi og eftir, at Hansara ríki skal ganga fram. Rói Norðoy frá Open Doors Føroyum er síðani gestur í útvarpsstovuni. 250 mill. kristin verða atsøkt kring heimin. Rói gav okkum innlit í… Les meira