Á Bylgjulongd mikudagin 19. des. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 19. des. 2018

-Dánial hugleiðir um jólaboðskapin og fer inn í kjarnina – hví varð Jesus føddur ? – Um Jesus, ið bæði varð leyvan av ætt Juda, rótskot Dávids og lambið, ið var eins og dripið, ið breyt niður vald myrkursins og gjørdist heimsins Frelsari. (skriftbrot: Áp. 10, 34-38; Op. 4, 1-6 og 11; Op. 5, 1-7; Matt. 26, 53; Zak. 9, 8-9; Luk. 2, 1-20)
-Poul Færø nemur fyrst við tokkan í Luk. 2, 14: “…., í menniskjum góður tokki!”, grundað á friðin og reinleikan, ið tey hava fingið í Gudi, sum trúgva á Jesus. Heldur fram um kallið, trúarstig og at stíga á Guds lyfti og freistingina at flýggja burtur frá kallinum (dømi úr egnum lívi). Eisini um handfaringina úr freistingini í trá við Orðið úr Filippibrævinum 3, 14: “…. gloymi tað, sum aftanfyri er, rætti meg eftir tí, sum frammanfyri er, og stevni móti málinum, til sigurslønina, ….” Til seinast um vísdóm Guds og um at halda fast við læru evangeliums, lýst m.a. úr 2. Tim. 3, 17: “so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.” (skriftbrot: Róm. 5, 5; Jóh. 15, 3-5; 1. Tim. 4, 15; Ják. 1, 23-27; Efs. 2, 10; 1. Pæt. 3,21; 2. Tim. 3, 14-17; Efs. 2, 4-10; Efs. 1,3-6)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking