Ársins gospelkonsert 2019 – P.O.D. og I Am 22. mars í Høllini á Hálsi

Ársins gospelkonsert 2019 – P.O.D. og I Am 22. mars í Høllini á Hálsi

Uttan iva ein tann kendasti kristni rokkbólkurin í nýggjari tíð, P.O.D., koma í mars mánaði úr San Diego, California til Føroyar at spæla til tað sum ivaleyst kann kallast stórsta gospel rokk konsert í Føroyum í langa tíð. Og tað verður kanska kendasti kristni rokkbólkurin í Føroyum, I AM, sum fer at hita upp.

Bólkurin byrjaði at spæla heilt afturi í 1992, men tað ikki fyrrenn eftir aldarskiftið at hann veruliga slóg ígjøgnum. Altjóða gjøgnumbrotið kom í 2001 við útgávuni, “Satellite”, og serliga sangunum “Alive”, “Youth of the Nation”, “Boom” og heitislagnum. Í fimm vikur lá fløgan á Billboard Top 200 sølulistanum og 10 milliónir eintøk av fløguni vórðu seld kring knøttin. Teir vórðu tá tilnevndir fleiri Grammy virðislønir.

Hóast hetta var hæddarpunktið í yrkisleiðini hjá bólkinum, so hevur hann síðani verið virkin við eini røð av útgávum, sum hava verið væl móttiknar. Í novembur mánaði kom nýggjasta útgávan, “Circles”, út og tað er í tí høpi, at P.O.D. eru farnir á konsertferðina, sum eisini førir teir til Føroya.

P.O.D. vóru partur av nu-metal bylgjuni, sum herjaði kring allan knøttin fyrst í øldini, har bólkar á ymiskan hátt blandaðu rapp og tungmálm. Tað, sum sermerkti P.O.D. var hvussu teir eisini leitaðu sær íblástur í reggae og teirra tónleikaliga latínamerikonsku rótum. Kristna trúgvin hjá limunum var eisini nakað, sum myndaði boðskapin og sermerkti bólkin. P.O.D. kunnu sigast at vera ein tann stórsti kristni rokkbólkurin í søguni.

At hita upp fyri P.O.D. kemur I AM, sum eisini kann sigast at vera tann kristni rokkbólkurin, sum hevur havt mest viðvind í Føroyum. Í 2019 eru tað tjúgu ár síðan teirra fyrsta fløga, “Cast”, kom út. Tað var á tí fløguni, stórhittið “Alla leið” var at finna. Í 2003 kom fløgan “Xthree.one.four”. Millum aðrar kendar sangir hjá I AM eru “Friðsæla stund”, “Believe” og “Wait”. Hóast ikki so nógv hevur verið at hoyrt til I AM seinastu árini, komu teir saman at spæla á stóra palli á Summarfestivalinum í 2016 og tíðliga í næsta ár kemur nýtt tilfar frá teimum út.

“Vit gleða okkum sera nógv at spæla saman við P.O.D.,” sigur Birgir Sigurðson, sangari í I AM. “Hetta er ein bólkur, sum vit hava stóra virðing fyri og lova væl og virðiliga at hita føroyskar fjepparar upp til teirra framførslu!”

P.O.D. spæla í Keypmannahavn í februar og skuldu eftir ætlan enda sína konsertferð í Evropa í Moskva 20. mars. Men teir hava forlongt ferðina, so teir kunnu enda hana í Føroyum.

Konsertin verdur 22. mars í Høllini á Hálsi, dyrnar lata upp kl. 20.30 og kl. 21.00 byrja I AM. Atgongumerki kunnu bert keypast á netinum www.ebillett.fo og kosta 395 kr. alt 2018, eftir hetta fer prísurin upp.

Skriva viðmerking