Á Bylgjulongd mikudagin 12. des. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 12. des. 2018

-Dánial hugleiðir og lesur um Stjørnuna, ið vísmenninir úr Eysturlondum sóu, táið Jesus varð føddur; men út frá einum øðrvísi sjónarhorni, nevniliga fyrstu ferð stjørnan verður nevnd, (4. Móseb. 24, 17). Søgan tá ið Balak sendir boð eftir Bileam at banna Ísraels fólki, men Bileam signar fólki. (skriftbrot: 4. Móseb. kap. 22, 23 og 24; 2. Kor. 5, 19)
-Poul Færø tosar um gleði. Um høvuðsorsøkina til gleðina hjá Guds fólki og úrdráttrunum, ið spyrjast burturúr gleðini í Harranum. Tvinnar hetta saman við gleðina, ið Jesus umtalar, táið hinir 70 lærisveinarnir vórðu sendir út og komu aftur (Luk. 10, 17-21). Eisini um Gud og Heilaga Andan, sum fær okkum at virka og liva, og at kenna hvønn annan í andnum, mótsatt tí at kenna hvønn annan eftir holdinum – og til seinast um at síggja okkum sjálv, eins og Gud sær okkum í Kristusi. (Skriftbrot: Luk. 10, 3-6 og 16-21; Heb. 12, 1-3; 2. Kor. 5, 18-19; Jóh. kap. 14, 15 og 16; Gal. 2, 19-21, Gal. 3, 10-14)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking