Í útvarpsstovuni eru hjúnini Rosalie og Kris Sørensen, ið nýta alla sína tíð í tænastu fyri Harran á Filipsoyggjunum. Vit hoyra um teirra ymiska uppurna og uppvøkstur, hvussu tey møttust og hvat tey brenna fyri í dag. M.a. um teirra tilknýti til Youth With A Mission (YWAM/Ung í Trúarvirki) og kristna “University of the Nations”. Eisini um teirra leiklut at hjálpa kvinnum úr skøkjulevnaði o.a.
Vertir: Eivinn Bringsberg. Teknikara: Jógvan Dam Hansen og Chanet Marjunardóttir Dam
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”