Monthly Archives: desember 2018

Á Bylgjulongd fríggjadagin 21. des. 2018

Á Bylgjulongd fríggjadagin 21. des. 2018

Fyrst hoyra vit Kristinu Hansen greiða frá tiltakinum “Vit syngja jólini inn” sum verður í Kelduni í Skálafirði 23. des. kl. 21.00. Síðani hoyra vit Símun J. Hansen greiða frá einum nýggjum sangi, “Nú er jólatíð”, sum hann hevur gjørt. Til seinast hoyra vit jólasøguna “Jólabarnið, The Christmas Child” eftir Max MaxLucado. Ólavur Niclasen hevur umsett. Hjørdis Háberg Petersen lesur.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir prát við Kristinu Hansen her:

Lurta eftir prát við Símun J. Hansen her

Lurta eftir søguni “Jólabarnið” her:

Lurta eftir allari sendingini her:

Á Bylgjulongd hósdagin 20. des. 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 20. des. 2018

Jólasending, har Hilda Viderø , fyrst hevur eina jólheilsu og tøkk til føroyingar, fyri stuðul til verkætlanir í Afrika, eitt nú felagsskapin Mirjam, ið hevur til endamáls, at hjálpa kvinnum til sjálvbjargni, soleiðis at tær kunnu uppihalda sær og sínum. Síðani er tað toymi hjá Lindini í Klaksvík, sum er tilknýtt morgunsendingini, “Á Bylgjulongd”, ið… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 19. des. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 19. des. 2018

-Dánial hugleiðir um jólaboðskapin og fer inn í kjarnina – hví varð Jesus føddur ? – Um Jesus, ið bæði varð leyvan av ætt Juda, rótskot Dávids og lambið, ið var eins og dripið, ið breyt niður vald myrkursins og gjørdist heimsins Frelsari. (skriftbrot: Áp. 10, 34-38; Op. 4, 1-6 og 11; Op. 5, 1-7;… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 18. des. 2018

Á Bylgjulongd týsdagin 18. des. 2018

Fyrst hoyra vit Richard Schwartson greiða frá ymiskum bókum, sum ein kann keypa í Logos Bókhandilinum í J. Nolsøesgøtu 17 í Havn. Les meira á www.logos.fo. Síðani er samrøða við Malin Zachariassen um nýggju fløguna hjá henni “Förunderlig”, vit hoyra nøkur løg av fløguni. Les meira um fløguna bílegging o.a. á www.malinzachariassen.com. Til seinast greiðir Anna… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 17. des. 2018

Á Bylgjulongd mánadagin 17. des. 2018

Fyrst hoyra vit Jóhannes Ólavsson greiða frá konsertini við P.O.D. og I Am, sum verður í Ítróttarhøllini á Hálsi 22. mars kl 21.00. Síðani greiður Teitur Akurstein frá eini jólakonsert, sum verður í Solo Deo Gloria 21. des. kl. 20.00. Til seinast hoyra vit Eyðun á Lakjuni greiða frá jólakonsertini við Siloakórinum, sum verður í… Les meira

Ársins gospelkonsert 2019 – P.O.D. og I Am 22. mars í Høllini á Hálsi

Ársins gospelkonsert 2019 – P.O.D. og I Am 22. mars í Høllini á Hálsi

Uttan iva ein tann kendasti kristni rokkbólkurin í nýggjari tíð, P.O.D., koma í mars mánaði úr San Diego, California til Føroyar at spæla til tað sum ivaleyst kann kallast stórsta gospel rokk konsert í Føroyum í langa tíð. Og tað verður kanska kendasti kristni rokkbólkurin í Føroyum, I AM, sum fer at hita upp. Bólkurin… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 14. des. 2018

Á Bylgjulongd fríggjadagin 14. des. 2018

Fyrst hoyra vit Marjun Wolles greiða frá um eina stuðulskonsert til eina fløgu fyri teimum, sum hava Alzheimer. Síðani greiðir Lena Neshamar frá eini Grønlendskari Gudstænastu. Til seinast hoyra vit Sverra Steinhólm tosa um hvat Advent er. Vertur: Tór Arni Samuelsen Lurta eftir prát við Marjun Wolles her: http://ftp.lindin.fo/FTP%20arkiv/A%20Bylgjulongd/ms181214_MarjunWolles-StudulAlzheimer.mp3 Lurta eftir prát við Lenu Neshamar… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 13. des. 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 13. des. 2018

Vit hoyra Peter Chodziuk, Klaksvík, fortelja um uppruna og uppvøkstur og um lívsleiðina, har vit m.a. hoyra um eitt lív í umhvørvinum við rúsandi evnum og øllum teimum trupuleikum, ið tað viðførdi. Hann tók eina avgerð, sum kom at hava lívsbroytandi ávirkan á hann og øll rundanum; ein nýggj byrjan og eitt nýtt lív saman… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 12. des. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 12. des. 2018

-Dánial hugleiðir og lesur um Stjørnuna, ið vísmenninir úr Eysturlondum sóu, táið Jesus varð føddur; men út frá einum øðrvísi sjónarhorni, nevniliga fyrstu ferð stjørnan verður nevnd, (4. Móseb. 24, 17). Søgan tá ið Balak sendir boð eftir Bileam at banna Ísraels fólki, men Bileam signar fólki. (skriftbrot: 4. Móseb. kap. 22, 23 og 24;… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 6. des. 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 6. des. 2018

Í útvarpsstovuni eru hjúnini Rosalie og Kris Sørensen, ið nýta alla sína tíð í tænastu fyri Harran á Filipsoyggjunum. Vit hoyra um teirra ymiska uppurna og uppvøkstur, hvussu tey møttust og hvat tey brenna fyri í dag. M.a. um teirra tilknýti til Youth With A Mission (YWAM/Ung í Trúarvirki) og kristna “University of the Nations”.… Les meira