Á Bylgjulongd mikudagin 28. nov. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 28. nov. 2018

-Dánial spyr – hvussu byrjaði alt ? – og hugleiðir um upphavi, skaparin, skapanina og tað skapta. Lesur 1. Móseb. 1, 1: “Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.” Og í Jóh. 1, 1: “Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.” Um samanrenningina, har tað himmalska og jørðiska møtast, har Orðið varð hold og tók bústað millum okkara. (skriftbrot: 1.Móseb. 1, 1-3; Róm. 1, 19-20; Jóh. 1, 1-5 og 14; Luk. 1, 26-33; Esaias 40, 12-31)
-Fyrst tosar Poul Færø um at bíða eftir Harranum, nakað, ið býður tí natúrliga í likami okkara ímóti, men sum Harrin vil nýta eftir sínum vilja. Bindur hetta saman við at vera í røttum tilstandi mótvegis Harranum og harvið eisini mótvegis menniskjum – at avspegla dýrd Hansara og doyggja frá egnum loysnum – og bíða til ta røttu/givnu løtuna. Tosar eisini um einleikan Kristusi. Hann gjørdi okkum ikki eins, men til eitt í Honum, sum kann leiða/føra okkum inn til menniskju treytaleyst. Lýsir hetta út frá kendu hendingini í Luk. 7, 36-50, har kvinna salvar Jesu føtur, inni hjá Símun farisearanum. (skriftbrot: Efs. 4, 15-16; 2. Kor. 3, 17-18; 2. Kor. 4, 1-7; Róm. 2, 1)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking