Á Bylgjulongd fríggjadagin 23. nov. 2018

Á Bylgjulongd fríggjadagin 23. nov. 2018

Fyrst er tátturin “Heilsuhorni” har Eirikur Simonsen er gestur har evnið er prostata-krappi. Eirikur greiðir frá Proba felagsskapinum, sum virkar javnbjóðis danska krabbameinsfelagnum og um sjálvhjálparbólkin undir føroyska krabbameinsfelagnum, sum skipar fyri fundum. Greitt verður frá eyðkennum, sjúku, viðgerð, gransking o.ø. og um Movember, hetta við yvirskegginum. Samrøðan varð fyrstu fer send í okt. 2015. Síðani er vitjan av Sólfríð Maria í Rók, sum greiðir frá um “Spírar”, sum er ein talgildur sunnudagsskúli. Ein partur kemur út hvørja viku og kunnu síggjast her. Les meira um “Spírar” á facebook her. og á heimasíðuni www.spirar.fo. Stuðulskonto í Bank Nordik 6460 – 569.499.1

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir prát við Eirikur Simonsen her
Lurta eftir prát við Sólfríð Maria í Rók her
Lurta eftir allari sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking