Á Bylgjulongd mikudagin 21. nov. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 21. nov. 2018

-Dánial lesur 1. part, (ið kallast Sita), av skeiðrøð og/ella talu í kendu bókini hjá Watchman Nee “Sita – Ganga – Standa”. Evnið tekur støði í Efesusbrævinum. Watcman Nee varð kinesari, ið livdi frá 1903 – 1972. Kom til trúgv sum 17 ára gamal. Seinastu 20 árini sat hann í fongsli vegna trúgv sína. Eftir hann liggur nógv tilfar, sum er til stóra signing kring allan heimin. Týtt og lagt til rættis hevur Dánial á Dul Jacobsen.
-Samtalan við Poul Færø byggir á Efesusbrævið kap. 4, har dentur verður lagdur á náðigávurnar (margfeldi), ið Harrin hevur givið hvørjum einstøkum trúgvandi at liva og tæna í og bera ávøkst við. Tosar eisini um støðuga andaliga búning og um munin av orku, ið brúkt verður, tá ið vit stúra, mótvegis tá ið vit hvíla í Kristusi. Og til seinast um at leggja av hitt gamla menniskja og at endurnýggjast í anda sinnis okkara. (skriftbrot: Orðt. 17, 22; 1. Kor. 12, 14-27; Gal. 2, 20)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking