Á Bylgjulongd týsdagin 20. nov. 2018

Á Bylgjulongd týsdagin 20. nov. 2018

Í táttinum “Hvønn týdning hevur Bíblian fyri teg?” er Jóhannes Arge gestur. Hann tosar m.a. um hvussu Harrin hevur talað og uppmuntrað, gjøgnum ávís skriftstøð í svárum tíðum. Seinni gesturin er Barbara H. Jensen, sum greiðir frá einum toymistúri til Rumenia, har tey vitjaðu fleiri fongsul og nógvar nemandi upplivingar í samband við at fleiri fangar tosaðu um teirra lív. Eisini vitjaðu tey hjálpararbeiði, sum varð gjørt millum sigojnara børn. Í toyminum vóru 5 fólk úr missiónshúsinum í Sørvági. Tá tey fara ein slíkan túr, skulu tey hava 2 forbiðjarar hvør heima.

Vertur: Eydna Háberg og Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir prát við Jóhannes Arge her
Lurta eftir prát við Barbaru Hannudóttir Jensen her
Lurta eftir allari sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking