Á Bylgjulongd mikudagin 31. okt. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 31. okt. 2018

-Dánial lesur m.a. Sálm 34, 9: “Smakkið, og síggið, at HARRIN er góður! …..” og hugleiðir um ta tímiligu og andaligu føðina, tvinna saman við Jóh. kap. 6, tá ið Jesus mettar 5000 – og um Jesus sum breyð lívsins. (skriftbrot: Sálm 90, 14; Sálm 36, 6-10; Sálm 40, 2-4; 1. Pæt. 2, 2; 1. Kor. 1, 30; Sálm 23)
-Poul Færø tosar innleiðandi út frá Jóh. 4, 34: “Jesus segði við teir: “Matur Mín er at gera vilja Hansara, sum sendi Meg, og fullføra verk Hansara.” Hugleiðir víðari um Guds samkomu sum ein virkandi einleika í Kristusi, ið tilelvir vitanina um náðigávuna, ið vit hava fingið og sum býr í okkum – og umtalar síðani okkum sum dømi í líknilsunum um sáðmannin, sum tað, ið sáað varð í jørðina. Til seinast úr Heb. 10, 32-39, um ikki at kasta dirvi frá sær og um at tola stríð í líðingum. (skriftbrot: Luk. 15, 2-7; Præd. 11, 1; 1. Kor. 15, 10; 2. Tim. 2, 15; Matt. 13, 1-23)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking