CHRISTMAS CHILD/SKÓGVAESKJUR – aftur í ár verður savnað inn

CHRISTMAS CHILD/SKÓGVAESKJUR – aftur í ár verður savnað inn

Ein felagskapur, sum hevur virkað millum fátøk børn um allan heimin síðani 1993 er kristiligi altjóða felagskapurin Christmas Child, sum er væl kendur í Føroyum undir eykanavninum SKÓGVAESKJURNAR.

At tað júst eru skógvaeskjur, sum verða nýttar, er tí, at skógvaeskjan er sum skapt til endamálið, tí hon er so passandi í stødd, og so hetta praktiska lokið.

HEIMSINS STØRSTA
Tað er kendi evangelisturin Franklin Graham, sum fekk lagt á hjarta at stovna eitt afturvendandi átak, sum hevði til endamáls at senda gávueskjur til treingjandi børn á jólum. Átakið fekk navnið Christmas Child, sum merkir jólabarnið. Á jólum verða øll børn jólabørn, tí tá vænta øll børn, rík sum fátøk, at fáa eina gávu – men tað eru milliónir av børnum runt um í heiminum, sum standa við tómum hondum eisini á jólum!

Tað eru hesi børnini, sum Franklin Graham ynskir at signa um jóltíðir, og tí stovnaði hann felagskapin Christmas Child, sum á hvørjum árið savnar inn 8 milliónir skógvaeskjur fullar við gávum, sum síðani verða sendar til 130 lond. Tað verður mett, at hjálparfelagsskapurin Christmas Child við sínum skógvaeskjum er heimsins størsta jólaátak.

15 ÁR Í FØROYUM
Í Føroyum hevur Christmas Child virkað í 15 ár, og tað hava serliga verið børn í Rumenia, sum hugsað hevur verið um frá føroyskari síðu.

Aftur í ár verður savnað inn í Føroyum, og innsavningin er longu byrjað. Tað eru bæði einstaklingar, samkomur, felgasskapir, stovnar og fyritøkur, sum kunnu vera við í átakinum. Eskjurnar, sum verða innsavnaðar í ár fara til Rumenia eins og undanfarnu árini.

LANDSDEKKANDI KONTAKTIR
Tað eru samkomur, meinigheitshús, kirkjur og stovnar um alt landið, sum skipa fyri lokalum innsavningum, og sum eisini taka ímóti skógvaeskjum. Seinasta freist at lata inn eskjur er 28. oktober.

Lokalir kontaktpersónar, sum umboða Christmas Child, eru um alt landið. Um onkur samkoma, stovnur ella fyritøka ynskir at fáa vitjan av einum Christmas Child umboði, ber til at seta seg í samband við eitt av teimum.

Á heimasíðuni hjá Christmas Child í Føroyum er yvirlit yvir allar kontaktpersónarnar og innsavningarstøðini, og eisini vegleiðing um hvussu man fyllir og pakkar eina tílíka skógvaeskju.

Heimasíðan: www.christmaschild.fo

Facebook: facebook.com/ChristmasChild.fo

Ein er vælkomin at seta seg í samband við onkran av hesum, fyri at fáa meira at vita:

Vágar: Osla Lauritsen, Sørvágur Tlf: 257677

Streymoy: Lissi, tlf: 217274 / Anna, tlf 282372 / Turið, tlf 518221

Eysturoy: Miriam, tlf 589000 / Hanna, tlf 723560

Norðoyggjar: Maria, tlf: 757077

Sandoy: Helena, tlf 278702

Suðuroy: Karina, tlf 588588

Skriva viðmerking