Á Bylgjulongd mikudagin 19. sept. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 19. sept. 2018

-Dánial hugleiðir um hvørja hugmynd, vit hava av Harranum og um at hava samfelag við Gud Faðirin, andlit til andlit. (skriftbrot: Sálm. 25, 14; 1. Móseb. 3, 8-10; 2. Móseb. 2, 29-30; 2. Kor. 3, 15-18; 2. Kor. 4, 1-6, Sálm. 32, 1-9)
-Samtalan við Poul Færø er um at fyrigeva okkum sjálvum og hvørjum øðrum, eins og Kristus hevur fyrigivið okkum. Um at læra at liva í fyrigevingini hvønn dag. Knýtir hetta saman við evangeliið og lívi hjá ættarfaðirinum Jákupi, sum fekk sjeyfalda lyfti frá Gudi, men sum Jákup treytaði; ið er eitt dømi uppá, hvussu tað er tá tað menniskjaliga sleppur framat í mótsetning til náðievangeliið, har sinna- og hjartalag Kristusar sleppur at ráða í lívi okkara. (skriftbrot: Sálm. 25, 8-15, Jóh. 15, 15; 1. Kor. 9, 18-27; Áp. 20, 23-24; 1. Mós. 28, 10-22; Sálm. 18, 36; Róm. 15, 13-15)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking