Á Bylgjulongd mikudagin 12. sept. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 12. sept. 2018

-Dánial hugleiðir um tá ið lærusveinarnir spyrja: “Hvør er hesin”, aftaná at Jesus hevði stilla stormin.  (skriftbrot: Mark. 4, 35-41; Heb. 1, 1-3; Gal. 3, 25; Efs. 1, 15-23; Efs. 4, 11-16)
-Samtalan við Poul Færø er um lív Kristusar í okkum. Saul í Tarsus, seinni Paulus, var eitt dømi uppá hetta. Hjá Paulusi stóð alt í andsøgn við tað, sum Jesus stóð fyri. Men Paulus upplivdi at verða ryktur frá valdi myrkursins og at flyta inn í ríki elskaða Sonar Guds. Vit hoyra eisini um Paulus, hvussu nógv hann leið fyri navn Jesusar skuld – og um at styrkjast til alt tol og langmóð. Eisini um at gloyma tað, sum aftanfyri er, og rætta seg eftir tí, sum frammanfyri er – og at lata sinnlag Jesusar arbeiða í okkum. (skriftbrot: Róm. 10, 20; Áp. 9, 13-16; Kol. 1, 8-13; Filippi 3, 14; Efs. 6, 13-17; Filippi 2, 13-16; Titus 2,11-12; Ják. 1, 17-18; 2. Kor. 4, 7; 2. Kor. 10, 1-6; 2. Kor. 11, 27)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking