Monthly Archives: august 2018

Stuttbylgjan fríggjadagin 31. aug. 2018

Stuttbylgjan fríggjadagin 31. aug. 2018

Fyrst hoyra vit Magna Christiansen greiða frá um eina stuðulssangløtu, í samband við nýggja fløgu hjá honum. Síðani hoyra vit Lissi Hansen greiða frá um Christmas Child, sum aftur er á skránni í ár. Seinasta freist at lata inn er 28. okt. 2018. Les meira á www.christmaschild.fo Vertur: Tór Arni Samuelsen Lurta eftir sendingini her… Les meira

Stuttbylgjan hósdagin 30. aug. 2018

Stuttbylgjan hósdagin 30. aug. 2018

Vit hoyra Elin Neshamar, Klaksvík, ið er uppvaksin í Grønlandi, hvussu tað er at vera føroyingur í aðari mentan. Hvussu hon fegin vildi tæna Gudi, serliga við at tolka til grønlendskt, men sum var atvoldin til kollveltandi og eyðmýkandi hending í lívinum. Vit hoyra eisini um Teen-Street legu fyri tannáringar í Montenegro í summar, har… Les meira

Stuttbylgjan mikudagin 29. aug. 2018

Stuttbylgjan mikudagin 29. aug. 2018

-Samtalan er um trúnna í okkum, mótsatt tí tómleika, sum merkist táið vit halda, at vit í Harranum ikki eru tað, sum Harrin ætlar okkum at vera; yvirført á hendingina, táið Elias flýggjar undan Jesabel og Gud opinberar seg fyri honum í Horeb og biður hann salva Elisa til profet eftir Elias. Tosa eisini um… Les meira

Stuttbylgjan hósdagin 23. aug. 2018

Stuttbylgjan hósdagin 23. aug. 2018

Í sendingini hoyra vit Eivinn Bringsberg og Rógva Joensen tosa um trúgv. Vertur: Eivinn Bringsberg. Teknikari: Jógvan Dam Hansen og Chanet Mellmegaard Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira

Stuttbylgjan mikudagin 22. aug. 2018

Stuttbylgjan mikudagin 22. aug. 2018

-Í samtaluni við Dánial er Poul Færø hugkveiktur av brotinum í 1. Tim. 4,15: “Hugsa um hetta, liv í hesum, ….” og hugleiðir um talsmannin (Heilaga Andan) hvussu Hann virkar í okkum, øðrum til fyridømi. Nevnir Simeon og Annu Fanuelsdóttir, sum høvdu fingið ta opinbering, at tey skuldu ikki síggja deyðan, fyrr enn tey høvdu… Les meira

Stuttbylgjan mikudagin 15. aug. 2018

Stuttbylgjan mikudagin 15. aug. 2018

–Trúgvin – er samtalu evnið. Tosa um Jóhannes, lærusvein Jesusar, hvussu hann leggur dent á at byggja upp trúnna hjá teimum trúgvandi og um at liva í Andanum. Eisini um uppreinsarkraftina, ið virkar í okkum og um at vera eitt í Kristusi, hóast vit ikki eru eins. Til seinast um Jabes, har øll kenna seg… Les meira

Stuttbylgjan hósdagin 9. aug. 2018

Stuttbylgjan hósdagin 9. aug. 2018

Vit hoyra Eyðun Jacobsen fortelja um sítt lív. Um at vaksa upp á Stongunum í Klaksvík, m.a. um at byrja popp-rock orkestur, at vera á barnalegu við Áir, har Jesus kemur inn í hjarta og táið hann byrjar at syngja á ungdómsmøtum í Betesda saman við øðrum. Lívið fer víðari, har hann upplivir kreppur og… Les meira

Stuttbylgjan mikudagin 8. aug. 2018

Stuttbylgjan mikudagin 8. aug. 2018

-Samtalan hjá Dániali og Poul Færø er um lívið í Andanum. Um samljóðið millum hitt livandi Orðið og Andan. Um Andan, sum loysir frá øllum tí jarðbundna og endurføðir til livandi vón. Tosa eisini um royndir og freistingar, m.a. úr 1. Pæt. 1, 5-9, har Pætur áminnir um at gleðast hóast nógvar royndir. Eisini um… Les meira

Nýggj byrjan týskvøldið 7. aug. 2018

Nýggj byrjan týskvøldið 7. aug. 2018

Eyðun Jacobsen fortelur um lívið hjá sær, – tónleikari, sum vil breiða gleðiboskapin til menniskju. Um at standa á vegamótið, at bróta burtur úr nýggjum og flyta mørk innan andaliga tónleik. Um at framføra, um Betesda duettina og Elim kvintettina. Um við- og mótgongd í lívinum og um at flyta til Danmarkar, har lívið fær… Les meira