Konsert við Bethel Music 5. aug. 2018

Konsert við Bethel Music 5. aug. 2018

5. aug. 2018 verður konsert við Bethel Music í Kelduni í Skálafirði. Bethel Music, úr Redding California, er kent navn innan kristna tónleikapallin. Bólkurin hevur síðan 2001 givið út fleiri enn 31 fløgur og fleiri stakløg. Millum sangarar teirra eru Brian & Jenn Johnson, Jeremy Riddle, Steffany Gretzinger, Hunter Thompson, Leeland, Bethany Wohrle og Jonathan Helser. Høvuðssangarnir í føroyum verða Hunter Thompson og Bethany Wohrle, ið hava bólk við sær. Konsertin verður sunnukvøldið 5. august kl. 20.00 í Kelduni og vænta fyrireikarnir ein fullan sal. Toymið frá Bethel Music luttekur eisini á morgunmøtinum í Kelduni sunnudagin 5. august. kl. 11.00

Skriva viðmerking