Stuttbylgjan mikudagin 4. juli 2018

Stuttbylgjan mikudagin 4. juli 2018

Samtalan er hugkveikt í brævið Judasar, har dentur verður lagdur á áminningina í vers 3: “…. um at berjast fyri trúnni ….” Um týdningin, hvat tað merkir; har svarið er at finna í 2. Kor. 10, 3-6: “Tí um vit so liva í holdinum, berjast vit tó ikki eftir holdinum; vápnini, ið vit berjast við, eru ikki av holdinum, men full av kraft fyri Gudi – til at bróta niður hervirki – táið vit bróta niður hugsannabygningar og alt høgt, sum reisir seg móti kunnskapinum um Gud, og taka hvørja hugsan til fanga undir lýdni fyri Kristusi”. Tosa eisini um at hava samfelag við øll í tænastunni fyri Harran og um at “verða reinsað við betri ofrum” (Heb. 9, 22-28). Eisini um hvat tað er at biðja í Heilaga Andanum – og tá ið Andin virkar í okkum. Til seinast um Hann, sum mentur er at varðveita okkum frá falli. (skriftbrot: Heb. 9,15; Jud. 17-21; Ef. 1, 15-19; Jud. 24-25)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking