Monthly Archives: juli 2018

Stuttbylgjan hósdagin 26. juli 2018

Stuttbylgjan hósdagin 26. juli 2018

Gestir eru hjúnini Julianna og Silas Olofson. Vit hoyra tey siga frá tilgongdini, nú tey eru send út í tænastu sum trúboðarar í Mongolia av Norsk Luthersk Mission og Kirkjuliga Missiónsfelagnum. Tey fara avstað sum familja við trimum børnum, tann 30. Juli 2018 – og í fyrsta umfarið vera tey har í fýra ár. Til ber at stuðla fíggjarliga og annars at minnast tey í bønum. Upplýsingar um hetta o.a. á: www.nlm.no og www.kmf.fo

Vertur og teknikari: Albin Johannesen

Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Stuttbylgjan mikudagin 18. juli 2018

Stuttbylgjan mikudagin 18. juli 2018

Samtalan hjá Dániali og Poul Færø er um ástoyt. Um tilgongdina og búningina; at síggja øll líka í Kristusi, har tað ikki eri eg sum livi; men Kristus sum livir í mær – og har Gud góðtekur okkum øll, tí Hann sær okkum í sínum soni, og (Filippi. 1, 9-10): “…. at kærleiki tykkara skal… Les meira

Stuttbylgjan hósdagin 12. juli 2018

Stuttbylgjan hósdagin 12. juli 2018

Gestur er Gunrið Kallsberg, Viðareiði, Vit hoyra um uppvøkstur, ungdómsárini, familjulív, yrkisleið og áhugamál. Um sjálvrannsakan, avbjóðingar í lívinum, at vera menniskja og um gleðina og upplivingar saman við børnunum o.a. Vertur: Maria Mørkøre. Teknikari: Jógvan Dam Hansen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link… Les meira

Stuttbylgjan mikudagin 11. juli 2018

Stuttbylgjan mikudagin 11. juli 2018

Samtalan er um frælsið, sum vit hava í Kristusi, serliga tongt at persónligu lívsførsluni millum menniskju. Hetta tvinna saman við frælsi, sum Paulus livdi í, undir líðingum, opinberingum og kraft Guds í veikleika. Eisini um opinbering Jóhannesar á Patmos og um týdningin, ið Pætur lýsir samvitsku-bundinskapin til Gud. Tosa eisini um avmyndina av fótatváttinum, har… Les meira

Konsert við Bethel Music 5. aug. 2018

Konsert við Bethel Music 5. aug. 2018

5. aug. 2018 verður konsert við Bethel Music í Kelduni í Skálafirði. Bethel Music, úr Redding California, er kent navn innan kristna tónleikapallin. Bólkurin hevur síðan 2001 givið út fleiri enn 31 fløgur og fleiri stakløg. Millum sangarar teirra eru Brian & Jenn Johnson, Jeremy Riddle, Steffany Gretzinger, Hunter Thompson, Leeland, Bethany Wohrle og Jonathan Helser.… Les meira

Stuttbylgjan hósdagin 5. juli 2018

Stuttbylgjan hósdagin 5. juli 2018

Gestur er Anna Maria Joensen, Klaksvík. Vit hoyra um uppvøkstur, upplivingar í lívinum, bøn og um hvussu lívið háttaði sær hjá teimum sum familja, har elsta dóttur teirra, Jona, hevði Down Syndrom og hjartafeil. Um tíðina áðrenn og aftaná at tey mistu Jonu. Vertur: Maria Mørkøre. Teknikari: Albin Johannesen Lurta eftir sendingini her Um tú… Les meira

Stuttbylgjan mikudagin 4. juli 2018

Stuttbylgjan mikudagin 4. juli 2018

Samtalan er hugkveikt í brævið Judasar, har dentur verður lagdur á áminningina í vers 3: “…. um at berjast fyri trúnni ….” Um týdningin, hvat tað merkir; har svarið er at finna í 2. Kor. 10, 3-6: “Tí um vit so liva í holdinum, berjast vit tó ikki eftir holdinum; vápnini, ið vit berjast við,… Les meira