Á Bylgjulongd mikudagin 20. juni 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 20. juni 2018

-Dánial hugleiðir um ymisk menniskju í Jóh. kap. 1.-5., ið á ymiskan hátt møttu Jesusi. Nevnir í hesum sambandi brot úr Róm. 10, 20: “….. Eg varð funnin av teimum, ið ikki søktu Meg; ….”, sum eisini verður umrøtt í samtaluni við Poul Færø. Hugfer eisini um Jesus, ið varð gjørdur til avmynd av tí ónda; Hann sum kendi ikki synd, gjørdi Gud til synd fyri okkum, fyri at vit í Honum skulu vera rættvísi Guds og syndafrí (Róm. kap.8).
-Poul Færø tosar um sinni og hugburð okkara – um at fevna og taka ímóti menniskjum. At hjarta okkara skal vera opið fyri øllum menniskjum, eins og hjá Jesusi, sum ongantíð hevði trongt rúm fyri nøkrum. Endurgevur Paulus í 2. Kor. 6, 13: “…rúmkið eisini tit hjørtu tykkara!”. Um at loyva Gudi at arbeiða í lívið okkara, uttan at avmarka ávøkstin, ið er Hansara. Lýsir hesa tilgongd m.a. í lívinum og brøvunum hjá Pæturi og við hjartalagi Kristusar móti øllum menniskjum. Til seinast um at biðja í Heilaga Andanum og um kærleika Guds í okkum her í lívinum. ( skriftbrot: Róm. 10, 16-21; 2. Kor. 10, 15-17; 2. Kor. 6, 11-13; 1. Kor. 3, 8-9; Filippi 3, 20-21; Jud. 1-3, 17 og 20-21; Op. 2, 1-5; 1. Pæt. 3. 1-4)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking