Á Bylgjulongd hósdagin 14. juni 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 14. juni 2018

Vit hoyra um evangeliserings túrin í Orknoyggjum við Juvél II, sum var 4.-13. Mai 2018. Tað eru Gullak Gullaksen og Jógvan Páll Sevdal, báðir úr Leirvík, sum greiða frá. 15 fólk vóru í ferðalagnum, har fyrireiking og ein neyv ferðaætlan varð gjørd fyri túrin. Vitja varð á trimum støðum við skipinum: Kirkwall, Stromness og Lyeness á oynni Hoy. Men onnur støð vórðu eisini vitja við bilum og ferju. Møti vóru bæði í landi og umborð á Juvel II, har tiltøk av ymiskum slag vórðu bæði fyri børn, ung og vaksin.

Vertur: Christian á Lakjuni. Teknikari: Albin Johannesen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking