Á Bylgjulongd hósdagin 3. mai 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 3. mai 2018

-Fyrri gesturin er Sólborg Joensen, Skálafirði. Vit hoyra m.a. um uppvøkstur í Kolbeinagjógv, um ungdómsárini og tá hon møtti manninum, verður gift og børnini koma. Eisini um tíðina á Sjómansheiminum í Føroyingahavnini í Grønlandi og um tíðina aftaná, tá hon hevði átti sítt fyrsta barn og gjørdist sjúk. Sólborg fekk boðið viðger, men tók ikki av. Læknarnir mettu at viðgerðin ikki kundi lekja, men “einans” linna sjúkuna. Hon vildi leggja hetta fram fyri sín himmalska lækna. Sólborg upplivdi grøðing, uttan medicinska viðgerð.
-Síðani er John Kári Jacobsen, Hvannasund, gestur. Hann tosar um týdningin, ið Føroyska Sjómansmissiónin hevur fyri sjómenn sum heild og ikki minst arbeiðið, sum sjómanskvinnuringarnir gera, bæði í forbøn og við jólapakkum.

Vertur: Malan K. Olsen og Maria Mørkøre. Teknikari: Albin Johannesen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

John Kári Jacobsen

Skriva viðmerking