Á Bylgjulongd mikudagin 2. mai 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 2. mai 2018

-Dánial hugleiðir um Orð Guds, ið ikki er orð og bókstavir, men varir í ævir og lesur m.a. Jóh. 6, 63: “Tað er Andin, sum ger livandi, holdið er ikki til nakað gagn; orðini, ið Eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív.” (skriftbrot: Jóh. 1, 1-4; 2. Kor. 3, 4-6; 1. Kor. 12, 11-13; Róm. 12, 1-18)
-Poul Færø tosar um tað nátúrliga mótvegis tí guddómliga í menniskjanum og lýsir hetta út frá 1. Sámuelsbók kap. 6, har Filistara senda ørk Harrans aftur til Ísraels, har vit síggja hvussu nátúran kann boyggja seg undir Guds vilja. Síðani um afturkomu Harrans og um okkum sum sendiboð í stað Kristusar. Nevnir eisini kall Esaiasar, at boða gleðiboskapin til fólki. Til seinast um at verða umskapt við endurnýggjan sinnis okkara, so vit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking