Á Bylgjulongd mikudagin 25. apr. 2018 – (endursending frá 6. mai 2015)

Á Bylgjulongd mikudagin 25. apr. 2018 – (endursending frá 6. mai 2015)

-Dánial hugleiðir um Jesus, hvussu Hann er og var tíðindini um Hann – tað profetiska í Gamla Testamenti og tað vit lesa um Hann í Nýggja Testamenti. (Skriftbrot: Sálm. 45, 1-3, 1. Pæt. 1, 23-25; Luk. 4, 13-15; Matt. 9, 27-33; Luk. 5, 12-16; Áp. 4, 20; Kol. 3, 4; Kol. 1, 27)
-Poul Færø heldur fram við at umrøða 1. Sám. kap. 30, tá Dávid vinnur sigur á Amalekitum og brúkar hetta sum dømi uppá munin, tá vit leita styrki og ráð hjá Harranum og ikki hjá menniskjum – og at handla uppá tað. Tosar eisini um hetta í samband við júst afturkomnan túr í Rumenia, har tey upplivdu vælsignilsið, av at broyta framferð at møta tørvinum hjá fólkinum. Tvinnar hetta saman við hendingina, tá Paulus og Silas sótu í fangahúsinum og um fangavaktarin. Til seinast um at hava umfevnandi sinnalag og at vera viðkomandi heldur enn at vera upptikin av egnum tonkum og málum. (skriftbrot: Es. 40, 31; Sálm 92,11; Áp. 16,16-40)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking