Á Bylgjulongd mikudagin 4. apríl 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 4. apríl 2018

-Dánial lesur úr Jóh. kap. 14, 15 og 16 og hugleiðir úr samtaluni, ið Jesus hevði við lærusveinarnar um Faðirin, Heilaga Andan og Sonin. (skriftbrot: Róm. 8, 32; Orðt. 20, 27)
-Poul Færø tosar um: “Alt, ið áður er skrivað, …. okkum til lærdóm ….” (Róm. 15, 4) og leitar aftur til Hannu og bøn hennara í 1. Sáml. kap. 1, 2 og 3. Tað var illa statt í Ísrael hesa tíðina, (Dómaratíðin – har hvør gjørdi sum honum líkaði); har Eli sveik sítt kall; men sum broytist, tá ið Sámuel verður føddur. Tosar um hvussu Hanna røkti sítt kall og hvussu Sámuel vaks til og livdi fyri ásjón Harrans. Tosar eisini um Akab og Jósafat, ið saman fóru í hernað – har Mika ávarar Akab – men lurtar ikki eftir og fellur. Vísir okkum hvussu Harrin altíð hevur síðsta orðið og hvussu vit við at vera lýðin, kunnu læra av øllum, ið áður er skriva. (skriftbrot: Róm. 15, 1-5; 1. Tess. 2, 7-8 og 21-28; 2. Tim. 3, 16-17; Gal. 4, 27; Áp. 24, 14-16; 1. Kong. 22, 1-34; 1. Tim. 3, 1)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking