Á Bylgjulongd mikudagin 28. mars 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 28. mars 2018

-Dánial lesur Op. 20, 11-15 og hugleiðir um hin fyrra og seinna deyðan og um sigursæluna, ið vit eiga í Jesusi og lesur um uppreisn Hansara. (skriftbrot: Jóh. 6, 29; Matt. 27, 45-46 og 50-51; Matt. Kap. 28)
-Samtalan við Poul Færø er um uppreisnarlívið, sum vísir seg í Guds kraft og vísdómi. Um at vera nýggjur skapningur í Kristusi, ið sýnir seg í Kristusi sum lív og ljós í heiminum, – og tað lívið er ljós menniskjanna. Eisini hvussu bygd verður á grundina, ið løgd er, ið er Jesus Kristus. Nevnir dømi um trúnna og kraftina í lívinum hjá Sáru og Ábrahami at grunda ætt; avkom, sum stjørnur himmalsins í mongd og sum sandin við sjóvarstrond, ið óteljandi er. Til seinast hvussu Harrin tekur støðu um tænarar sínar og um friðin í okkum, tá vit eru yvirgivin til Harran. (skriftbrot: 1. Kor. 1, 27-31; 2. Kor. 5, 17-21; Jóh. 1, 1-13; 1. Kor. 3, 10-15; Heb. 11, 11-12; Es. 54, 11-17; Es. 38, 17; Róm. 14, 17-18; Heb. 4, 8-11)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking