Á Bylgjulongd mikudagin 21. mars 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 21. mars 2018

-Dánial lesur Jóh. 10, 7-10 og 16 og hugleiðir um Jesus, ið segði: “Eg eri komin, fyri at tey skulu hava lív og hava yvirflóð.” (skriftbrot: Heb. 2, 14-15; 1. Kor. Jóh. 3, 8-9; Áp. 10, 38-44)
-Poul Færø tosar um Ábraham faðir alra teirra, sum trúgva og um at ganga í fótsporum trúarinnar. Umtalar Ábraham í Egyptalandi hjá Farao og í Gerar hjá Abimelek, hvussu Gud arbeiddi við Ábrahami og Sáru, har Gud vakti yvir Sáru, sum Ábraham skuldi fáa lyftissonin við. Eisini hvat elvdi til sjálvloysnir Ábrahams, heldur enn at lata Anda Guds ráða og leiga til rættar støðutakanir í lívinum. Eisini um lyfti gudsóttans mótvegis gudloysi og dømi um virðingarótta, tá Sálomo kongur við vísdómi Guds feldi dóm. Til seinast um Akab ísraelskong og Jósafat Judakong, sum fóru í kríggj og tá Akab bað Mika, son Jimla, siga sær sannleikan í navni HARRANS – men sum ikki kom aftur úr bardaganum á lívi. (skriftbrot: 1. Pæt. 4, 10; 1. Kor. 15, 31; Róm 4, 1-16; 1. Mós.kap. 12 og kap. 20; 1. Tim 4, 8; 1. Tim. 6, 11; Es. 9, 18; Mal. 3, 3; 1. Kong. 3, 23-28; 2. Krøn.kap. 18)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking