Páskastevnan 2018 í Oasuni

Páskastevnan 2018 í Oasuni

Aftur í ár ynskir Oasan at bjóða til páskastevnu 29. mars – 2. apríl, og er ætlanin at skipa fyri tiltøkum fyri bæði børn, ung og eldri. Ynski við páskastevnuni er at boða gleðiboðskapin um, at Jesus livir, og at hann vil, at vit skulu liva. Høvuðstalarin í ár er Wilson Goeda, sum saman við konu sínari Grace, vitjar oyggjarnar hesar páskir. Wilson og Grace eru úr Suður Afrika, men hava vitjað í Føroyum áður, har tey m.a. hava talað til stórmøtir og ungdómslegur. Wilson var fyrstu ferð í Føroyum til Páskastevnuna í Oasuni í 2006. Les meira um Páskastevnuna í Oasuni her.

Skriva viðmerking