Á Bylgjulongd hósdagin 8. mars 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 8. mars 2018

-Fyrst fáa vit kunning um innsavning vegna Skandinavisku Barnamissiónina og um “Leiðsluráðstevna 16. & 17. mars 2018”. Meira kunning v.m. her.
-Síðani hoyra vit Jógvan við Keldu hugleiða um søguna hjá Betesda. Fortelur m.a. um byrjanina og hvussu samkoman er vaksin. Setur spurningin: Hvar er samkoman í dag og hvat nú ? – og hvussu sær framtíðin út ? – Tosar um tey, ið undan gingu, um vekingartíðir, trúboðaraviðurskifti úti og heima, um bátin “Sendiboðið” og møtir undir krígnum við bretskum hermonnum. Um grammofonupptøkur, sangkórið og týdningin av bønarlívinum. Um bíbliutýðingar og grundarlagið undir læruni og boðanini (Mark. 28, 18-20) og sannføringini (2. Tim. 3, 14) og ymist annað í farna 100-ára tíðarskeiðið.

Vertur: Maria Mørkøre og Kristian á Lakjuni. Teknikari: Jógvan Dam Hansen og Chanet Mellemgaard
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking