Á Bylgjulongd mikudagin 7. mars 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 7. mars 2018

-Dánial hugleiðir um hitt nýggja boðið – um evnageliið, ið er til øll menniskju – at einki menniskja er óreint. (skriftbrot: Jóh. 13, 34-35; Áp. 10, 11-28; Áp.kap. 20; Gal. 2, 11-21)
-Poul Færø lutar hugsanir um at vera framsíggin – nakað sum m.a. bjargaði Dávidi. Tosar um tað himmalska sjálvt og um Hann, sum fór inn í Himmalin fyri at stíga fram fyri ásjón Guds, okkum til besta. Um frískleikan og endurnýggjanina, ið er fríði og opni vegurin inn í nærveru Guds, ið er blóð Jesusar, Sonar Hansara, sum reinsar okkum frá allari synd. Um at halda fast við játting vónar okkara og víðari at geva gætur hvør eftir øðrum og áminna hvør annan. Til seinast um Orðið, sum er Andi og lív og týdningurin, ið Kristus er fyri okkum. (skriftbrot: Áp, 2, 25-32 ; Heb. 9, 7-14 og 22-24; Ef. 2, 6; 1. Jóh. 1, 7; Heb. 10, 1-10 og 14-24; Heb. 12, 1-2; Ják. 1, 18)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking