Á Bylgjulongd mánadagin 5. mars 2018

Á Bylgjulongd mánadagin 5. mars 2018

Fyrst hoyra vit samrøðu við John Kára Jacobsen um “Umsorganarheimið Gloria”, sum er opna í Klaksvík. Frágreiðing og myndir frá móttøkuni 3. mars kunnu síggjast her. Síðani er vitjan av Vibeke Drevsen Bach og Sigrun Mohr. Vibeke kemur at hava ein fyrilestur um ”Kanst tú blóma við demensi? Kom við á eina ferð frá Jørðini til Mánan” á Reinsarínum 5. mars kl. 19. Tað er Alzheimerfelagið sum skipar fyri. Les meira um Alzheimerfelagið á www.alzheimer.fo og á Facebook.com/alzheimerfelagið. Les meira um Vibeke og tað hon ger á energy2work.dk

Vertur: Tór Arni Samuelsen 
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking